Byggingin farin í gongd aftur

Eftir at býráðið hevur samtykt broytingar í byggisamtyktini fyri økið úti á Reyni í Havn, er eigarin av teimum nógv umtalaðu sethúsunum, sum standa á eini neystagrund, aftur farin til verka. Jan Christiansen, borgarstjóri, fegnast um, at samtyktin nú endaliga er broytt, og at fólk kunnu seta búgv í økinum

Menn eru nú aftur farnir í gongd við at byggja eini sethús á eini neystagrund úti í Bakka. Hetta er eitt ár eftir, at farið varð undir byggingina upprunaliga. Ein klaga frá grannum hevði við sær, at byggingin steðgaði, men nú er líkt til, at eigarin endiliga kann flyta inn í húsini. Arbeiðsmenn eru í øllum førum farnir undir at gera húsini liðug.
Grannarnir vístu á, at hetta økið sambært byggisamtyktini hjá Tórshavnar Býráð varð kannað almennum stovnum og skrivstovum, og tí kundi býráðið ikki lata einum privatum persóni økið, so at hann kundi byggja sær eini sethús har.
Býráðið vísti á, at tað hevði gjørt eitt smávegis undantak frá byggisamtyktini, og tað var í lagi. Hesum vísti kommunudeildin í landsstýrinum aftur og kravdi, at byggingin skuldi steðga. Byggisamtyktin fyri alt økið skuldi broytast, um byggingin skuldi halda fram, segði kommunudeildin.
Fútabann varð síðani sett ímóti byggingini. Endin var, at Johan Mac Donald, eigarin av húsunum, var stevndur fyri rættin av býráðnum, sum sjálvt hevði givið honum loyvi at byrja við. Endamálið var at steðga byggingini.

Broytt samtykt
Nú hevur Tórshavnar Býráð endiliga broytt byggisamtyktina fyri økið, og tí hevur eigarin fingið loyvi aftur at fara í gongd við at byggja.
? Maðurin hevur fingið loyvi at fara í gongd aftur, og landsstýrið hevur eisini góðkent broytingina í samtyktini, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri.
Hann fegnast samstundis um, at samtyktin er broytt, so at fólk eisini fáa møguleika at seta búgv í økinum.
Broytingin í samtyktini sigur, at økið C4, har neystagrundin liggur, nú eisini kann fevna um bústaðarendamál.
Jan Christiansen sigur, at broytingin í samtyktini hevur ligið frammi til hoyringar hjá almenninginum, og at býráðið ikki fekk nakra beinleiðis klagu um tær. Tó fekk býráðið nakrar viðmerkingar frá grannum í økinum. Hann vísir á, at málið hevur tikið ómetaliga langa tíð, og tað er sera harmiligt.
? Ætlanin hjá okkum hevur allatíðina verið, at fáa fólk út í hatta økið at búgva, og tí er tað gott, at vit hava fingið broytt samtyktina, sigur borgarstjórin.