Á býráðsfundinum týskvøldið samtykti Klaksvíkar býráð at seta eina bygginevnd at koma við ítøkiligum ætlanum um at byggja nýggjan ansingarstovn. Kommunan hevur tvey møgulig øki at velja í. Annað hvørt verður tað stykkið, sum kommunan eigur niðan fyri vegin undir Hálsi. Ella møguliga eitt øki frá nýggju útstykkingini undir Grashjalla. Tað veldst um, hvat øki verður fyrst tøkt. Einaferð var talan um at nýta eini sethús á Grønabóli til ansingarstovn, men sum skilst er hendan ætlanin nú endaliga slept.