KÍ høllin verður karmur um bilaframsýningina. Badmintonhøllin í Klaksvík verður karmur um Húsa- og byggimessuna.
Byggimessan setur fokus á bygging, byggifrøði, fígging og tænastur til bæði vinnu og privatfólk.
Tú sær tilboðini og fær beinleiðis samband við fólk í vinnuni, og kann eisini gera tínar bíleggingar á messuni.
Í Badmintonhøllini er eisini matarstað, har tú kann keypa tær lættari máltíð, ella heitan døgurða við onkrum omaná.
Leygardagin 3. mai er ókeypis tunnilsdagur, so høvið er gott til eina hugnaliga vitjan í Klaksvík.
Á Húsa- og byggimessuni kann tú millum annað fáa hugskot og vegleiðing til bygging, byggitilfar, hurðar, vindeygu, orkuloysnir og vvs.