Onkur vil óivað siga: “At teir koma sær”.
Vit, sum hava fylgt við hesum byggimáli, duga væl at skilja, at Tórshavnar Havn nú følir seg so maktfulkomna, at teir kunnu gera sum teir vilja og rokna við at fáa tað góðkent aftaná.
Byggimálið vísir nevniliga, at landsumsitingin hevur givið teimun góðkenningar við afturvirkandi kraft, og harafturat sloppið teimum undan lógarkravdum umhvørviskrøvum.
Nú er so endiliga ein myndugleiki – Friðingarnevndin fyri Streymoynna, ið sigur nokk er nokk – haldið tykkum til tað loyvið, tit hava fingið, og takið tað sum er ólógliga bygt burtur aftur.
Hettar eru tey boð, ið kommunan gevur øllum borgarum, ið eru farnir út um byggiloyvir, tey hava fingið.
Ein grundregla í demokratinum er, at myndugleikar – tað veri seg land ella kommunur – eiga ikki at seta hægri krøv til sínar borgarar enn til sín sjálvs.
Áhugafelagið Bygdabjarging, v/ Høgna Johansen/Thomas Arabo