Nú er byggiloyvið givið til Ellis- og røktarheimi í Vági. Á býráðsfundi, tann 17 juni 2008, gav eitt samt býráð loyvi til bygging av Ellis- og røktarheimi í Vági og Økisdepli fyri sinnisveik í Suðri. Eftir at borgarstjórin Kirstin Strøm Bech og formaðurin í teknisku nevnd Dánjal Bjarkhamar høvdu skrivað undir, varð sjálvt byggiloyvi givið, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vágs Kommunu.
Ellis- og røktarheimið er ein bygningur í trimum hæddum har pláss er fyri 24 búfólkum. Tað eru Vágs, Porkeris, Hovs og Sumbiar kommuna, sum eru ánarar av Ellis- og røktarheiminum.
Frammanfyri sjálvan høvuðsbygningin verður Økisdepilin fyri sinnisveik bygdur. Talan er um lonir við 10 íbúðum. Av teimum 10 eru 8 sosialpsykiatrisk búpláss, meðan 2 eru ætlað til umlættingarpláss.
Í niðastu hædd í høvuðsbygninginum verða høli til virknistilboð fyri sinnisveik.
Sum kunnugt verður bygt í Vági á einum øki norðan fyri Vatnið vesturi á Eiðinum.
Arkitektaarbeiði hava Albert Isfeld & Gudmund S. Hansen arkitektar staðið fyri.