Sambært kunningini í gjár skulu ellisheim og røktarbústaðir byggjast á Stórubrekku í Hoyvík.
Býtið er sett til 68 ellisheimspláss og 14 røktarbústaðir.
Í dag hava vit eini 230 ellisheimspláss, íroknað URD og ongar almennar røktarbústaðir.
Samanborið við grannalondini hava vit lutfallsliga nógv fleiri ellisheimspláss, meðan tey hava lutfallsliga nógv størri tal av røktarbústøðum, enn vit hava.
Okkum hevur alla tíðina mangla hetta millumtilboðið, tá fólk verða visiterað ella góðkend til almenna hjálp, ikki eru egnað til at vera í egnum heimi, men ov væl fyri til ellisheimspláss.
Eins og mangla loysnina, har eldri hjún kunnu búgva saman, hóast annar verður nakað røktarkrevjandi.
Vóni vit broyta býtið, møguliga eisini veksa um verkætlanina og dagføra til tørvin.
Bergun Kass
fyrrverandi forkvinna á økinum.