Ætlanin hjá samgonguni er at byggja nýtt Tjóðleikhús á Skálatrøð í Havn. Men hendan verkætlanin fellir ikki í góða jørð hjá amboðshandlinum Valdemar Lützen, sum heldur til á Skálatrøð.
Handilin heldur tað vera fínt við nýggjum tjóðleikahúsi, men mótmælir staðiliga staðsetingini av hesum.
- Tað fer at oyðileggja tann seinasta opna blettin fram við fjøruni í Havn. Tað fer at taka parkeringsplássini frá miðbýnum, og tað fer at oyðileggja handilslívið í miðbýnum.
Hetta eru meiningarnar hjá Valdemar Lützen Byggibúð, sum hevur sent út alment mótmælisskriv um staðsetingina av tjóðleikhúsinum.