Sosialurin hevur í dag samrøðu við Jákup Mikkelsen, formann í Byggi- og Býarskipanarnevndini, sum mælir frá at loyva Føroya Keypsamtøku at byggja á Gerðabø Fríggjakvøldið viðgjørdi Byggi- og Býarskipanarnevndin í Klaksvíkar Býráð býarætlanina og innkomnu vimerkingarnar.
Ein meiriluti, Jákup Mikkelsen og Gunvá við Keldu, bæði úr Fólkaflokkinum, mæltu til, at leggja øki niðan fyri Oyraveg um til grønt øki, meðan øki oman fyri vegin skal setast av til alment endamál.
Hetta tilmæli er eitt sindur meir víðgongt enn uppskotið, sum meirilutin mælti til í samband við fyrstu viðgerð. Tað uppskotið fall.
Hví heldur formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, at eitt meira víðgongt uppskot, har niðari Gerðabøur verður grønt øki, hevur nakran møguleika hesu ferð?
- Vit síggja ein møguleika fyri, at ein meiriluti er fyri at lata niðaru helvtina vera grøna. Hesin møguleiki var ikki til staðar við fyrstu viðgerð.
Við at leggja tað um til grønt øki, forða vit fyri, at øki verður oyðilagt, samstundis sum vit lata upp fyri einari nýggjari heildarloysn, sigur varðaborgarstjórin, Jákup Mikkelsen.
- Eg meti, at tað hevur størri týdning, at niðara helvt verður varðveitt sum grønt øki. Hetta øki hongur saman við parkini úti í Grøv, tað er har fólk ganga túrar, og tað er hetta øki, sum sæst best bæði úr býnum, og tá fólk koma til Klaksvíkar, sigur Jákup Mikkelsen