Bygg forðabreyt saman við børnunum

Hugskot til regndagarnar

Heystið er komið, dagarnir verða styttri, vátari og kaldari, og vit eru meir inni saman við børnunum. Ofta verða bæði foreldur og børn móð av altíð gera tað sama. Eitt kreativt, ómakaleyst, mennandi og stuttligt boð er at gera ymiskar forðabreytir inni við lutum, sum eru til taks.

 

 

Bygg forðabreyt og smáttu

Hála allar pútur, dýnur og teppi inn á stovugólvið og set stuttligan tónleik frá, sum børnini tíma at dansa til. Bygg eina forðabreyt við øllum tí, sum liggur á gólvinum, og ger tað avbjóðandi at hoppa, renna ella balansera á ymisku lutunum. Bygg til endans eina smáttu við at heingja eitt teppi yvir tveir stólar. Legg teppi og pútur inn í smáttina, og enda avbjóðingina við at leggja tykkum inn í smáttina við eini bók.

 

 

Stóra innandura forðabreytin

Skúgva møblarnar til viks og ger eina forðabreyt við teimum lutunum, sum tú eigur inni. Dømi til forðabreytina:

 

  1. Tak eina skitnatoyskurv og ger eina avbjóðing, har man brúkar samanlagdir sokkar til at venja seg í at kasta.



  2. Klistra nakað av tógvi á gólvið, har tað ber til at venja balansu við at ganga á linjuni.



  3. Legg pútur og teppi á gólvið og spæl Jørðin er eitrað.



  4. Lat børnini grulva undir borðið og undir stólarnir, og brúka ein kust til at spæla Limbo.

 

 

Í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú, ber til at finna íblástur og fleiri kreativ hugskot til teir vátu og køldu dagarnar.