Í annaðkvøld - hóskvøldið 13. februar - verður føðingardagshald í missiónshúsinum Tabor á Toftum, nú 20 ár eru liðin, síðan missiónshúsið varð bygt.
Hesa vikuna er eisini missiónsvika á Toftum, og skráin fyri vikuna sæst á heimasíðuni hjá Nes kommunu.
Nógv virksemi hevur verið í missiónshúsinum á Toftum í hesum árinum.
- Ymiskar umvælingar eru gjørdar, har salurin og gongin eru málað, og nýggjur og stórur pallur er gjørdur. Eisini er nýggj og nútímans ljóðútgerð er útvegað, sigur Nes kommuna.
in.fo kann leggja aftrat, at tað ikki bara er missiónshúsið Tabor á Toftum, sum rundar tey 20 árini í ár. Tað ger Fríðrikskirkjan, sum varð bygd árini 1992-1994, eisini.
Hóast fyrstu árini av nítíárunum vóru merkt av ringastu kreppu í Føroyum í nýggjari tíð, bygdu fólk í Nes kommunu bæði missiónshús og kirkju hesi árini.
Sagt verður um byggingina av Fríðrikskirkjuni, sum varð vígd og tikin í nýtslu hin 27. november í 1994, at tað var sera trupult at savna og reisa pening at byggja fyri.
Tað var kirkjuráðið, sum sjálvt stóð fyri byggingini, og tað vóru at kalla einans fólk úr kirkjusóknini, sum vóru við byggingini.
Byggileiðari varð settur, og alt arbeiðisfólkið læt 20% av síni arbeiðstíð ókeypis til byggingina, eins og fyrisitingin var ókeypis.
Hetta gjørdi byggingina av Fríðrikskirkjuni væl bíligari, enn hon annars vildi verið, og tá kirkjan varð liðug, var samlaði kostnaðurin 16,1 miljónir krónur.
Tað er ikki sørt merkisvert, at fólk í Nes kommunu megnaðu hesi stóru tøk, meðan Føroyar annars vóru í svárastu fíggjarligu kreppu í nýggjari tíð.