Seinastu dagarnar hava bakteriur verið staðfestar í drekkivatninum í Nólsoy, Velbastað og Kaldbak.
Men, nú vita tey í Tórshavnar kommunu at siga, at nú er ikki longur neyðugt at kóka drekkivatnið.
- Nýggjar royndir vórðu tiknar týsdagin 12. september, og hesar vístu, at vatnið nú er reint aftur.
Tað er ikki óvanligt, tá tað fer at regna aftur um heystið, at drekkivatnið verður dálkað við bakterium.
Hetta hendir oftast í økjum, sum hava yvirflatuvatn - ella vatn, sum liggur opið, áðrenn tað fer í rørleiðingarnar.