Í Grønlandi eins og nógva aðrastaðni flyta fólk av bygd og velja at búseta seg í býunum. Tøl hjá hagstovuni í Nuuk vísa, at tey seinastu fimm árini er fólkatalið í teimum smáu bygdunum minkað meiri enn 13 prosent um árið.
Hagtølini vísa eisini, at tey, sum flyta av bygd, vilja sleppa at búgva í størri bygdum ella í teimum størstu býunum. Tað hevur gjørt, at síðani 1990 er fólkatalið í býum við meiri enn 3.000 íbúgvum vaksið, og at myndin er tann sama í bygdum, sum hava millum 500 og 1.000 fólk. Harafturímóti er fólkatalið minkað í býum við millum 1.000 og 3.000 íbúgvum, sigur grønlendska kringvarpið.
Býirnir, sum hyava havt tann lutfalsliga størsta vøksturin, eru Nuuk, Tasiilaq og Upernavik. Í sjey býum er fólkatalið harafturímóti minkað tey seinastu 20 árini, og í so máta stendur ringast til í Paamiut og Qasigiannguit, sigur KNR.