Bygdin setir dám á stórbýin

Tann føroyska bygdin fer at síggjast, hoyrast og smakkast í Keypmannahavn, tá føroyingar og frændafólk seta stevnu næsta vikuskiftið.

Tann føroyska bygdin fer at síggjast, hoyrast og smakkast í Keypmannahavn, tá føroyingar og frændafólk seta stevnu næsta vikuskiftið.

 

Tað skrivar Útoyggjafelagið í kvøld.

 

Tá festivalurin letur dyrnar upp í Kongens Have, kunnu gestirnir fara á serstaka rabarbubarr, ið er partur av tí spennandi hugskotskaféini á tí norðurlendsku festivalgøtuni. Tað verða fólk av Húsum og frá øðrum føroyskum smáplássum, sum fara at borðreiða við vælbryggjaðum kaffi og te úr ymiskum urtum, heitari húsasuppu og góðum bygda brellibitum. Og sum nakað heilt nýtt, so ber til at keypa festligar og leskiligir rabarbudrykkir.

 

Tað er Útoyggjafelagið, sum saman við útoyggjafólki fyrirekar seg til til nýggja sýnisgluggan í Danmark, og sigur at Frigg er ein kærkomin møguleiki hjá føroysku smáplássunum at vísa teirra ídni og eina nýggja og áhugaverda mynd úteftir.

 

– Tað er umráðandi, at vit luttaka og gera vart við okkum sum ein týðandi partur av Føroyum, og ikki minst sum eitt áhugavert ferðamál í landinum. Bygdin er ein góður og oftani rættur bústaður fyri kreativ og íverksetarahugað fólk, sum tørva frið at hugsa, skapa og virka. Og tað verða alsamt fleiri nútíðar menniskju, sum vilja liva í tryggum góðum umhvørvi og hava sítt livibreyð í náttúruvinarligum støðum, sigur felagið.

 

– Boðskapurin hjá okkum í Útoyggjafelagið á FRIGG er, at útoyggjarnar skulu umboða nýhugsan og íverksetan og nýggjar møguleikar hjá nútíðar menniskjum. Á útoyggj er góður friður at hugsa, at skapa innihaldsríkar løtur og ikki minst at ráða yvir dýrabæru tíðini. Og okkara royndir eru, at stórbýarmenniskju verða ofta hugtikin av lívinum á bygd.

 

Á FRIGG fer eitt sterkt toymi av húsafólkum, og øðrum skapandi kreftum av útoyggj, at bjóða gestunum væl komnum á hugskotskaféina, til eina spennandi matskrá og eitt kveikjandi prát.