Bygdin í býnum veksur

Longu snimma mánadagin komu hópin av kampingvognum til Klaksvíkar at rigga seg til, til Summarfestivalin – og tað legst til, so nú fer at fyllast

Longu snimma mánadagin komu hópin av kampingvognum til Klaksvíkar at rigga seg til, til Summarfestivalin – og tað legst til, so nú fer at fyllast.

 

Ongantíð hava verið so nógvir kampingvognar, sum í ár – heilir 235 hava teknað seg á Norðoya Kunningarstovu til pláss í Klaksvík. Og fleiri teirra hugna sær í Klaksvík alla vikuna.

 

Hetta sæst aftur í býnum – bæði í handilslívinum, svimjihøllini og matstovunum.

 

Kampingøkið er av somu grund víðkað. Nógv teir flestu standa á útfyllingini á Sandinum, men eini 50 kampingvognar eru norðuri á ferjuleguni, og niðan fyri KÍ-høllina eru eisini sett av til kampingvognar.

 

Hesir lítlu býlingarnir eru hugnaligir at vitja, og eru tey oftani saman sum kennast – kanska kenningar frá eini bygd ella ættarfólk, sum ger, at tað aftur her verður skipað í smærri býlingar við sínum sermerkjum.

 

Men alt bygdarlagið ella lítal fitta bygdin í býnum hugnar sær sum ein eind og hava tey nógv ymiskt at fortelja hvørjum øðrum ella at samskifta um, tá ið hugnaliga húsagongdin fer fram, sum ein natúrligur liður í hesum hugnaliga bygdarlagi.

 
Góðan Summarfestival!

Orð og mynd: Dávur Winther