Bólkurin byrjaði rættiliga popput, har teir spældu lovsangir. Eftir nakrar sangir skiftu teir forsangara. Hetta hækkaði framførsluna munandi, tí Meinhard Hansen, koyrdi meira futt í sum heild og framførðslan var meira rokkutt enn frammanundan. Hetta fekk eisini pallmyndina at síggja betur út, tí tær tríggjar bønargenturnar skaptu meira fjølbroytni enn tá teir poppaðu avstað.
Hesar tríggjar bønargentur vóru nakað bólkurin, í eini profeti hevði fingið boð um at hava á pallinum, og tað riggaði væl at tær gingu runt og fingu bønir frá fólkið, sum síðani vóru hongdar á stóra krossin á pallinum.
Kanska bólkurin ikki er klárur at spæla á einum festivali, men kanska er ætlanin als ikki, at teir skulu vera tað, men heldur spæla fyri stuttleikar, tí sjálvt um teir fingu sín kristna boðskap út, sá ikki út til at teir vóru samdir um hvussu boðskapurin skuldi borðreiðast.