Í Sjónvarpinum í kvøld sóu vit brot frá einari samkomu, sum bygdarfólkið í Miðvági høgdu í Leguhúsinum í Nesvík um vikuskiftið. Greitt varð frá, at hetta var triðja árið, hetta tiltak var, og at fleiri og fleiri vóru komin afturat á hvørjum ári. Hetta var sjálvsagt ein stuttleiki at síggja, at so gott samarbeiði kann fáast í lag í einari bygd. Miðvágur er ein stór bygd og vil tað til allar tíðir vera lættari hjá einum stórum plássi at fáa eitt slíkt tiltak til veruleika. Tað, sum gav mær nakað at hugsa um, og vónandi øðrum við, vóru orðini, ið søgd vórðu í samrøðuni, sjónvarpið hevði við kvinnuna, tosað varð við, tá hon segði, at hetta var fyri at koma saman og at lækka kirkjugáttina. Vónandi fær bygdarfólkið í Miðvági lækkað kirkjugáttina í øðrum bygdum eisini, so vit vakna úr tí tornurósusvøvni, sum tíverri er í ferð við at taka yvirhond nógva staðni hvat kirkjugongd viðvíkur.