Síðsta vikuskiftið var bygdarstevna í Hvalba. Í góðveðrinum var mangt á skránni. Leygardagin 1. maj var fólkafundur og fitt av fólki var komið saman. Maud Næs flutti bar røðu og kirkjukórið Ljómur úr Vági sang, eins og annar tónleikur var at hoyra og yrkingar vóru lisnar upp.
Ítróttur var eisini á skránni og mong, serliga tey yngru, stuttleikaðu sær við at royna seg á ravmagnstarvinum - sonevnd rodeo-ríðing.
Inni í Roynhøllini var skipað fyri ymiskum. Har fekst kaffi og køkur og eisini var høvi at stytta sær stundir við tombola og líknandi. Á kvøldi leikti vestmannabólkurin Moonshots til dans.
Hvalba er vøkur bygd og eisini nógv avbygdafólk høvdu leitað sær til Hvalbiar á stevnu í góðveðrinum. Vit prenta røðuna, ið Maud Næs helt leygardagin 1. maj á fólkafundinum í Hvalba.











