Bygdarfólk sleppa ikki við bussinum

Tey sleppa ikki til Havnar tí bussarnir eru fullur av fremmandafólki, sum koyra ókeypis

Tað kemur ofta fyri, at tey, sum búgva á Velbastað og í Kirkjubø, ikki sleppa við bussinum hjá Bussleiðini, tí hann er fullur av fólki, sum koma aðrastaðni frá.

Tórshavnar býráð sigur, at serliga seinastu tíðina hevur tað verið ein trupulleiki, serliga seinnapartar.

Áður hevur tað verið ein trupulleiki, at tað eru so nógvir útlendingar brúka bussarnar til ókeypis til at koyra rundferðir í Tórshavnar Kommunu, og tað er lagamanni, tí tað er ókeypis at brúka Bussleiðina.

Í summar eru eingir útlendingar, men ístaðin eru nógvir føroyingar farnir at ferðast í egnum landi – og tað sæst eisini aftur í búbussunum.

Í sambandi við korona er tað eitt tilmælið frá myndugleikunum, at í mesta lagi 15 fólk kunnu vera í bussinum fyri forða fyri, at smittan breiðir seg.Og í summar er tað ofta hent, at 15 fólk fara upp í  bussin í Kirkjubø, so at tað ikki er pláss fyri teimum á Velbastað. Tí heitir kommunan á ferðafólk um at hugsa um tey, sum búgva í Kirkjubø og á Velbastað, og sum eru tey, sum hava brúk fyri bussinum