Eingin loysn á skúlastríðnum í Kalsoynni er í eygsjón.
Foreldrini hava í eina tíð ynskt fund við bygdaráðið um skúlan, men í farnu viku kom umsíður svar upp á hesa umbøn.
Bygdaráðið í Mikladali svaraði, at tað vildi ikki hitta foreldrini á fundi. Í brævinum varð staðfest, at avgerðin hjá bygdaráðnum frá 9. január um, at skúli bara skuldi vera í Mikladali, stóð við.
Formaðurin í bygdaráðnum var heima í farnu viku, men hann er nú farin til skips aftur við Enniberg.
Framvegis heima
Tey átta børnini á Trøllanesi hava verið heima, síðani skúlin byrjaði eftur í august mánaði, og tað er einki sum bendir á, at tey fara aftur í skúla í bræði.
Meðan skúlastríðið stendur við, taka foreldrini á Trøllanesi sær av at undirvísa børnunum heima.
Foreldrini á Trøllanesi vilja hava, at skúlin í bygdini verður tikin í brúk aftur. Hetta fingið tey eisini lovað frá landsstýrismanninum við skúlamálum, men tað vísti seg seinni, at landsstýrismaðurin kundi ikki geva hetta lyftið.
Tað er bygdaráðið, sum ger av, hvørji høli verða brúkt til skúlagongina, og bygdaráðið vil bara hava skúla í Mikladali.










