Bygdanøvn

Bøurin, Dalurin, Sandurin, Vágurin?!?
Argjum, Strondum,Toftum?!?

Eyðun á Borg

Bygdanøvn verða søgd og skrivað óbundin (Bøur, Dalur o.s.fr.).
Í talumáli kunnu vit siga Havnin (bundið), men vit skriva Tórshavn (óbundið) á einum skelti.
Vit kunnu neyvan taka eina bygd burturúr og lata hana vera bundna. Tí skriva vit Hellur, sjálvt um vit kanska siga Hellurnar í talumáli.
Vit siga/skriva heldur ikki: Hon býr í Bønum, á Sandinum, men í Bø, á Sandi o.s.fr.
Bygdanøvn verða sjálvandi skrivað í hvørfalli á einum skelti, ikki hvørjumfalli: Argir, ikki Argjum, Strendur, ikki Strondum o.s.fr.
Bygdirnar mugu tí eita: Skáli, Lambi (í hvørfalli). Hvør er har? Ein skáli, ein lambi!
Hvat kallkynsorðið, ein lambi, merkir, kunnu tey, sum eita í Lambanum, kanska greiða okkum frá!?
Við bygdarkvøðu