Bygdamyndin fríðkast

Ein av størru og kendu bygningunum í Vági verður í hesum døgum fríðkaður.

Ein av størru og kendu bygningunum í Vági verður í hesum døgum klæddur og fríðkaður.

 

Talan er um stóru húsini, har kendi handilin Digo helt til í síni tíð. Seinni var matvøruhandilin Essið í niðaru hæddini, men fyri 10 árum síðani, ella so, helt eisini hetta uppat, og síðani hevur onki støðugt virksemi verið í húsunum.

 

Men nú sæst, at lív er aftur í, tí nú verða húsini sett í stand; klødd og fríðkað. Húsini eru stór og sjónlig, og liggja beint við høvuðsvegin miðskeiðis í bygdini, beint við Miðlatún, økið við minnsvarðan og bryggjuøkið.