Bygdaleiðir steðga koyringini

Næstan allar leiðirnar liggja stillar fyri veður

Veðrið sær ikki út til at batna fyribils, og nú boðar Strandferðslan frá, at allar bygdaleiðir uttan leiðirnar 700, 600 og 601 eru fyribils avlýstar.

Sostatt eru tað bert leiðirnar millum Sumba og Tvøroyri, Dal og Sand og Skopun og Skálavík, ið framvegis koyra, meðan allar hinar eru avlýstar.

Nógvar seinkingar eru eisini í flogferðsluni í dag, og allar komur og fráferðir higartil í morgun eru seinkaðar.