Bygdaleiðir koyra brekað

Bygdaleiðir skulu koyra arbeiðsfólkið til varda vekstaðin á Bakka í Vági, sigur Samál Petur í Grund, landsstýrismaður, í svari til Joannes Eidesgaard og Henrik Old, løgtingsmenn


 

Serflutningur

Landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum ætlar, at Bygdaleiðir skulu koyra arbeiðsfólkið til og frá Verkstaðnum á Bakka í Vági. Um ikki, so má onnur loysn finnast.

Suðuroyartingmenninir Hernik Old og Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum hava spurt landstýrismannin við almanna- og heilsumálum, hvørjar ætlanir hann hevur, nú busskoyringin hjá Verkstaðnum á Bakka í Vági vegna sparingar helt uppat tann 1. oktober.

Busskoyringin varð niðurløgd, tí pengar skuldu sparast hjá verkstaðnum, sum varð vorðið dýrari enn væntað at reka. Talan er um eina sparing upp á 100.000,- krónur, um busskoyringinin verður niðurløgd.

Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, svaraði í tinginum í gjár, at leiðslan í Heimarøktini og Serforsorgini hava kannað, hvørjir møguleikar eru at feðrast, og eru komin til, at við smærri broytingum i verandi skipan kunnu Bygdaleiðir koyra arbeiðsfólkið til og frá verkstaðnum.

Sámal Petur í Grund sigur, at royndir aðrastaðni vísa, at tað ber væl til at flyta fólkini til og frá við alemnnari ferðslu. Verkstaðið á Bakka var einasta verkstaðið av sínum slag, sum enn hevði egnan flutning. Øll hini hava brúkt almennu flutningsleiðirnar í fleiri ár, vísir hann á.

Hann sigur, at har, tað hevur verið neyðugt, hava boð verið send eftir serflutnignsbussi við lyft og slíkum, sum Neyðugt er. Men tað metir hann ikki vera neyðugt í Suðuroyu beint nú, tí tann tænastan var heldur ikki í tí bussinum, sum nú gavst at koyra. Tað tulkar landsstýrismaðurin sum at tað er ikki brúk fyri eini slíkari lyft til tey fólkini, sum í dag ferðast til og frá verkstaðnum.

Men hann ásannar, at tað onkunstaðni er trupult at koma til og frá steðgistøðunum, og at tann trupulleikin kann loysast við onkrum smávegis tillagingum.

Heitt er á Strandferðsluna vegna Bygdaleiðir um at gera hesar ábøtur, og verður nú bíðað eftir svari haðani, sum væntandi er um nakrar dagar, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í svarinum til suðuroyartingmenninar.

Annar teirra, sum setti spurniingin, Henrik Old, sigur, at hann er ikki heilt nøgdur við svarið.

Millum annað vísir hann á, at landsstýrismaðurin grundar svarið á, at hann ætlar at gera nakrar avtalur við Bygdaleiðir.

Men samstundis vita vit ikki, hvør fer at reka Bygdaleiðir eftir nýggjár. Heldur ikki vita vit, um hædd er tikin fyri møguligum eykaútreiðslum í teimum tilboðunum, sum komin eru í samband við privatisering av Bygdaleiðum, vísir Henrik Old á.

Eisini sigur hann, at tann bussførarin, sum hevur koyrt higartil, kendi fólkini bæði so og so. Hetta eru jú fólk, sum hava serligan tørv. Summi koyra langt og hava eitt nú brúk fyri at steðga á eina løtu og so framvegis. Alt tað dugdi førarin at samskipa. Men tað kann ein ikki krevja av einum bussførara, sum hevur sum endamál at koma sum skjótast millum tvey ásett pláss.

Tí metir Henrik Old ikki, at loysnin við Bygdaleiðum er nøkur góð loysn. Alternativið til Bygdaleiðir er onnur loysn, sigur landstýrismaðurin í svarinum. Hvør hon er, verður ikki nærri útgreinað, men Henrik Old ivast ikki í, at hon eigur at verða vald. Tí hon er so líkatil og beint við hondina.

Hann fer at skjóta upp at fáa pengar aftur á fíggjalógina til at reka bussin hjá verkstaðnum fyri aftur komandi ár. Bussurin er ikki seldur. Hann er tøkur og er í góðum standi, vísir Henrik Old á.