Strandfaraskip Landsins bjóðar nú uppgávuna at røkja Bygdaleiðir fyri komandi árini út á nýggjum. Koyringin á Bygdaleiðum hevur seinastu mongu árini verið rikin av privatum bussfeløgum við grundarlagi í sáttmálum, sum hava verið bodnir út alment.
Ein týðandi broyting í mun til seinastu útbjóðing er, at sáttmálaskeiðið verður longt úr 5 árum til 7 ár, ið er treytað av, at heimild fæst fyri hesum smb. Løgtingslóg nr. 82 um fólka- og farmaflutning. Aðrar munandi broytingar eru, at allir bussar eftir eina skiftistíð skulu taka koyristólar, umframt at hava positióneringsútgerð umborð, so tey ferðandi kunnu síggja, hvar bussarnir eru her og nú.
Strandferðslan skrivar soleiðis:
- Samfelagið og ikki minst ferðavinnan broytist og gerast alsamt meira dynamisk. Tað setur framhaldandi størri krøv til busskoyringina. Eisini setur tað krøv til arbeiðstakararnar og Strandfaraskip Landsins um at veita eina munagóða tænastu við trygdini í hásæti.
Freistin at lata inn tilboð um at vera við til at røkja Bygdaleiðir er 1. mars 2019.










