Busskoyringin hjá Bygdaleiðum næstu fimm árini verður nú boðin alment út, og fevnir útboðið um økiskoyring yvir alt landið.
Koyringin umfatar tilsamans 51.299 koyriætlanartímar í átta pakkum, og sáttmálaskeiðið, sum ætlandi byrjar 1. mai, er fimm ár og kann leingjast við tveimum árum.
Áhugaðir bjóðarar fáa útbjóðingartilfarið við at venda sær til Strandfaraskip Landsins, og boðini skulu verða inni í seinasta lagi mánadagin tann 15. apríl á miðdegi.
Boðini verða tey latin upp mánadagin 15. apríl á skrivstovuni hjá Strandferðsluni á Tvøroyri, og tá kunnu tey vera til staðar, sum hava latið boð inn.









