Norðoya Kunningarstova hevur í eina tíð arbeitt við verkætlanini ‘Støð’, sum hevur til endamáls at seta 21 kunningarskelti upp í øllum bygdum í Norðoyggjum, har víst verður á sermerktu støðini í bygdini. Nú eru skeltini klár, og flestu teirra eru uppkomin, sigur Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, verkætlanarleiðari.
-Eg havi innsavnað tilfar saman við heimildarfóki, sum kommunurnar hava víst mær á. Hesi eru fólk, sum eru kend á staðnum, og sum vita mest, tí tey eru har frá, og kunnu koma við søgum og støðum sum ikki eru væl promoveraði frammanundan, sigur hon
Í gjár var eitt tiltak á Norðoya Kunningarstovu, har kunnað varð um verkætlanina.
Hon greiðir frá, at tað sermerkta við hesi verkætlanini er, at støði verður tikið í heimildarfólki og tí, sum tey vilja greiða frá, og soleiðis er lokalvitanin grundfest, sigur hon.
Hon heldur, at hesi skeltini kunnu ríka um upplivingina hjá teimum ferðandi, tí tey fáa innlit í hugsanir hjá teimum lokalu í bygdunum.
– Tey kunnu læra um staðið, søguna og sermerktu støðini har, og soleiðis royna vit eisini at ríka um upplivingina hjá teimum ferðandi umframt, at vit tryggja lokalu áhugamálini, sigur Olivia Døgg Fríðfinsdóttir.
– Heimildarfólkini hava fingið høvi til at vegleiða ferðafólk um vandamikil støð, og eggja til at ferðaleiðari er við á ymiskum gongutúrum í økinum, sigur hon.
Eisini hava skeltini eina QR kodu, sum tey ferðandi kunnu skanna á telefonina, og sum síðani leiðir tey á heimasíður við meir kunning og vegleiðing.
Myndirnar niðanfyri hevur Dávur Winther tikið










