BYGD til BÝ kappast í DM í íverksetan

Næmingar úr Eysturskúlanum í Tórshavn, skulu í dag umboða Føroyar í DM í Kolding.

Tað er til kappingina NextLevel, har fólkaskúlanæmingar úr 8.-10.flokki, úr øllum Danmark, Grønlandi og Føroyum, kappast um at vinna Danmarksmeistaraheitið í íverksetan.

Bólkurin úr Føroyum, BYGD til BÝ, ið skal kappast í dag, er vinnarin av SkúlaFM 2025, sum varð hildið fyrr í ár.

Hetta er árliga íverksetarakappingin, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Barna- og útbúgvingarmálaráðið, har ið skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.

Bólkurin BYGD til BÝ hava eitt hugskot til eitt spæl, sum skal menna føroyska mentan, við at læra um mál, søgur og sagnir.

Tey hildu at tey føroysku børnini vita ov lítið um føroyskar søgur og sagnir, og tí vildu tey gera okkurt við hendan trupulleikan.

Bólkurin, BYGD til BÝ, eru úr 9. flokki í Eysturskúlanum og stovnararnir eru; Anna Helena, Signa, Bjalla og Fía.

Tær siga; “Vit hava gjørt eitt borðspæl, sum eitur BYGD til BÝ. Okkara hugskot hevur til endamáls at læra fólk um føroyska søgu, mentan og landalæru”.

Í kappingini um DM í íverksetan verður stórur dentur lagdur á at luttakararnir duga at flætta heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning upp í verkætlanirnar.

Tey skulu samstundis duga at vísa á, hvussu teirra verkætlan kann verða til gagns fyri altjóða samfelagið.

Kappingin um Danmarksmeistaraheitið er í Kolding í dag, fríggjadagin 25. apríl.