Bye bye bluebird á Norðurbryggju

Tveir íslendskir filmar eru sýndir á Norðurbryggjuni seinastu tíðina, og næstur á skránni er Bye Bye Blue Bird hjá Katrini Ottarsdóttir. Tann áhugaverdi ”road-movie”-in frá 1999 snýr seg um vinkonurnar Rannvá og Barbu, ið eftir nógv ár í útlondum venda heim til Føroya. Tað gongur ikki stillisliga fyri seg; við teirra serliga klædnastíli og ósmædna atburði gera tær føroyingar bæði forvitnar og forargaðar. Vinkonurnar hava tó meira í hyggju enn tað. Báðar hava loynidómar – serliga um familjuviðurskifti - og nú skal alt undan kavi… Leikstjórin Katrin Ottarsdóttir verður sjálv til staðar – hon introduserar filmin og tosar aftan á um hann við áskoðararnar. Sýningarnar verða miku- og hósdagin.