Tað kann vera torført at finna parkeringspláss í Havnini vanligar arbeiðsdagar, og støðan verður uppaftur verri um ólavsøkuna, tá Skálatrøð, Vaglið og parkeringsplássini uttanfyri Sjómansheimið verða stongd.
Vitandi tað, hevur Tórshavnar kommuna seinastu trý árini skipa fyri, at býarbussarnir eisini koyra á Ólavsøku, so at havnarfólk og ólavsøkugestirnir ikki tørva bil fyri at sleppa til og frá býnum.
Farleiðirnar 1, 2 og 3 koyra einaferðina um tíman. 28. juli verður koyrt frá klokkan 7 á morgni til 23 á kvøldi, meðan 29. koyra bussarnir frá klokkan 10 til 23.
Farleiðirnar 4, 5E og 5V koyra eisini, men ikki eins oftani sum høvuðsfarleiðirnar.
Á kommunuskrivstovuni verður sagt, at farleiðirnar hava góða undirtøku millum fólk.
Serliga er tað farleiðirnar 1,2 og 3, ið verða nógv brúktar, meðan fólk í Kirkjubø, Velbastað, Kaldbak og Kollafirði hava ynskt, at bussarnir eisini koyra nakrar túrar til bygdirnar á Ólavsøku.
Til ber at síggja alla ferðaætlanina við at trýsta á her.