Tá Atlantic Music Event var í Føroyum fyrr í ár, var norski festivalurin By:Larm umboðaður, nú er greitt, at festivalurin er áhugaður í føroyskari luttøku. Á By:Larm í ár luttóku 200 og Eivør. Men festivalurin, ið ofta verður sammettur við Spotfestivalin í Århus, hevur í eina tíð víst Føroyum áhuga, eitt nú var ein av fyrireikarunum dómari á GBOB í fjør.
Nú boðar festivalurin frá, at tey taka ímóti tilmeldingum til festivalin komandi ár. Til ber at melda seg til á heimasíðuni hjá festivalinum
www.bylarm.no/backstage/artists/new
Fróði Vestergaard úr Norðurlandahúsinum samskipaði Atlantic Music Event og hann sigur við Planet.fo, at festivalurin hevur boðað frá, at tey eru áhugaði í, at føroyskir bólkar tilmelda seg.










