Buzz Aldrin verður filmaður

Úti á Reyni eru upptøkurnar til Buzz Aldrin, hvor ble det av dig i alt mylderet, byrjaðar. Annfinnur Heinesen hevur fingið tann størsta føroyska leiklutin, og skal hann millum annað leika saman við danska Bjarne Henriksen

Filmur

Eilen Anthoniussen

eilen@sosialurin.fo


Endiliga eru upptøkurnar til filmin um Buzz Aldrin byrjaðar. Í morgun varð filmað úti á Reyni, har ein loppumarknaður var, og fólk komu gangandi framvið. Eitt stórt framleiðslulið er á staðnum, mannað við fólki úr øllum norðurlondum.

Statistar vóru bidnir um at møta úti á Reyni í morgun klokkan 10, men tá klokkan gekk til 11 var lítið hent. Fyrsta royndin var gjørd eina løtu eftir. Statistarnir skuldu koma gangandi úr ymsum hornum á økinum. Har komu familjur at hyggja eftir lutum, og tvær yngri gentur leitaðu eftir klæðum á einum stativi. Aðrir statistar, nakrar kvinnur, vóru bidnar um at vera standby.

Sjónleikarin, Annfinnur Heinesen, var eisini møttur í morgun. Hann hevur fingið leiklutin sum Palli, ein skitsofrenur kollfirðingur, ið verður vinur við høvuðspersónin í filminum. Teir gerast vinmenn, tá høvuðspersónurin flytir til Gjáar. Umframt Annfinn Heinesen, er kvinnuligi sjónleikarin, Annika Johannesen, sum er dóttir Eyðun Johannesen, millum føroysku leikararnar, ið hava fingið stóru leiklutirnar. Í filminum, sleppa føroysku leikararnir at tosa gøtudanskt.

Eitt kent andlit úr donskum filmi var at finna millum fólkini í morgun. Talan er um Bjarne Henriksen, ið hevur spælt við í nógvum donskum filmum. Vit minnast hann kanska best sum pápan at myrdu gentuni í røðini, Forbrydelsen. Úr Noregi kemur høvuðspersónurin, Pal Sverre Hagen.

Eftir ætlan verður filmað í fýra vikur í Føroyum, síðan tríggjar vikur í Noregi. Verkætlanin er mett at kosta 37 milliónir krónur, og verður hann væntandi klárur á heysti 2010.