Enski heimsmeistarin í Formel 1-kappkoyring, Jenson Button, verður komandi kappingarár liðfelagi við landsmannin, Lewis Hamilton, sum var heimsmeistari í fjør. Button, sum vann meistaraheitið við felagnum Brawn GP, skiftir nú til McLaren. Fyri einum ári síðani tosaðu fleiri um, at hann var liðugur sum Formel 1-kappkoyrari, men nú hevur hann fingið ein sáttmála, ið gevur honum ein tungan lønarposa í fleiri ár.