Bústaðir, bústaðir, bústaðir!

Ovurstórur tørvur er á fleiri leigubústøðum í Føroyum. Tað er tí alneyðugt at fáa til vega fleiri leigubústaðir til ein kostnað, ið fólk megna at rinda – og bústaðir, ið nøkta tann ymiska tørvin, ið er.

Ovurstórur tørvur er á fleiri leigubústøðum í Føroyum. Tað er tí alneyðugt at fáa til vega fleiri leigubústaðir til ein kostnað, ið fólk megna at rinda – og bústaðir, ið nøkta tann ymiska tørvin, ið er.

Bústaðir til ung
Okkara ungu, ið flyta heimafrá ella flyta heim aftur til Føroya eftir lestur uttanlands, mugu og skulu hava møguleika at leiga sær ein hóskandi bústað, til ein kostnað, ið tey megna at rinda. Tað kann ikki vera meiningin at fólk skulu upptaka húsalán og keypa egin hús, um tey ynskja at búseta seg í Føroyum. Men tað eru eisini nógv, ið ynskja at byggja egin hús. Tí undrar tað eisini, at stóru kommunurnar ikki lata ungum fólkum grundstykki til munandi lægri kostnað enn í dag. Hetta hevði bæði fingið fleiri at búsett seg í Føroyum, og hevði eisini lætt munandi um hjá teimum, ið seta føtur undir egið borð.
Eisini skulu vit sjálvandi fáa bygt lestrarbústaðir, soleiðis at tey, ið ynskja at vera í Føroyum og fara undir útbúgving her, hava ráð til hetta, og møguleika fyri hesum í einum góðum og mennandi umhvørvi.

Bústaðir til vaksin
Øll skulu eisini hava møguleika at velja millum at leiga ella eiga bústað. Bústaðarútreiðslurnar eru stórur partur av livikostnaðinum hjá flest øllum. Byggir tú nýggj hús krevur hetta stóra lántøku, ið tú kemur at rinda aftur komandi mongu árini. Øll ynskja jú ikki hetta og øll megna hetta heldur ikki.
Eru tað tvey vaksin í einum húsarhaldi fáa tey flestu tað at bera til, men ert tú stakur uppihaldari er ómetaliga trupult at keypa hús og rinda samsvarandi skuld. Tá er ikki nógv eftir peningaliga at liva fyri. Tað sama ger seg galdandi um talan er um tvey, ið arbeiða innan øki við lágum lønum.
Samstundis síggja vit eisini eitt vaksandi tal av fólki, ið liva undir fátækramarkinum, og hetta skulu vit sjálvandi gera nakað við. Umframt eitt serstakt ískoyti til hesar familjur, so er ein týðandi partur av loysnini á hesum, at fáa til vega nóg nógvar góðar leigubústaðir til ein lágan kostnað.

Bústaðir til eldri
Vit hava øll ymiskan bústaðartørv alt eftir hvar í lívinum vit eru. Tá tú gerst eldri eigur møguleiki at vera fyri, at flyta í minni og meira hóskandi bústað. Hetta fyri at lætta um gerandisdagin og lætta um tá umræður viðlíkahald, fíggjarliga v.m.. Tá verða eisini fleiri hús tøk á bústaðarmarknaðinum hjá teimum ungu, ið ynskja at seta føtur undir egið borð og kanska stovna familju. Hetta vil aftur halda prísinum á húsum lægri enn í verandi støðu har útboðið er rættiliga avmarkað.
Samstundis vil ein meira hóskandi bústaður, saman við góðari heimarøkt, gera, at fólk kunnu búgva sum longst í egnum heimi.

Bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum
Vit hava eisini ovurstóran tørv á at byggja nýggjar bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum. Umleið 82 standa á bíðilista. Veruligi tørvurin er helst enn størri. Í Tórshavn er onki bygt síðan Eirargarð í 1970’unum. Tey, ið húsast í økinum, húsast í eldri sethúsum, sum í flestu førum als ikki eru egnað til bústað. Hetta hava búfólk, starvsfólk og avvarandi staðfest í áravís, men nú staðfestir neyv kanning, ið Almannaverkið og Landsverk  saman hava gjørt av øllum bústøðunum eisini, at støðan er út av lagi vánalig. Tað er átroðkandi neyðugt at fáa uppraðfest hetta økið sum skjótast. Kunnu fegnast um, at nakrir vardir bústaðir nú eru bygdir í Eysturoynni og í Norðoyggjum, men neyðugt er, at seta ferð á byggingina í miðstaðarøkinum og aðra staðni, har tørvur eisini er.

Soleiðis fíggja vit bústaðirnar
Bústaðir hevur lógarheimild at byggja leigubústaðir, men hevur avmarkaðan eginkapital, og kann tí ikki sjálvt standa fyri bygging av meira enn ávísum tali av bústøðum. Tað er tí neyðugt, at Bústaðir partvíst ger bústaðarverkæltanir í samstarvi við aðrar partar, og partvíst fær møguleikan at fíggja nýggja bygging við at bjóða út eitt slag av “realkreditlánsbrævi”, ið verður knýtt at ávísari byggiverkætlan. T.d. kann ein íleggjari tá – heldur enn at seta peningin í útlendsk virðisbrøv – seta 10 mió. kr. í bygging av ávísum leigubústøðum, og afturfyri fáa nøkur fá % í árligum rentuavkasti yvir t.d. 10, 20 ella 30 ár. Á henda hátt fæst bílig fígging til bústaðirnar, samstundis sum størri partur av føroyskum virðum, sum í dag verða sett í útlendsk realkreditlánsbrøv, setast í føroysk realkreditlánsbrøv. Virðini vilja tá skapa framgongd í Føroyum – heldur enn uttanlands - skapa eina meira fjølbroyttan bústaðarmarknað, og samstundis geva eitt avkast aftur til føroyska samfelagið. Ein vinn-vinn støða. Verandi landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur tíverri ikki viljað latið upp fyri hesum møguleika, men tað fara vit at gera, tá vit koma í landsins stjórn – og skal hetta eydnast, er neyðugt við tínum stuðli 1. septembur.

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna og valevni fyri Tjóðveldi