Minst seks fólk eru deyð, eftir at tveir bussar stoyttu saman nærhendis svenska býnum Upsala í morgun. Expressen skrivar, at níggju fólk hava fingið álvarssaman skaða.
Svenska Dagbladet skrivar á heimasíðuni, at báðir bussarnir vóru fullir av fólki, men at annar bussurin fór serliga illa.
Myndugleikarnir hava sent stór bjargingarlið á vanlukkustaðið.