24 fólk doyðu, tá ein bussur við russiskum ferðafólkum fór niður í eina gjógv har suðuri í Ísrael í dag Ísraelsku myndugleikarnir siga, at umleið 60 russisk ferðafólk vóru í bussinum, tá vanlukkan hendi nærhendis frítíðarbýnum Eilat har suðuri í landinum.
Bussurin datt einar 80 metrar niður í eina gjógv, og tyrlur hjá ísraelska herinum hava lyft fólk upp úr gjónni, skrivar AP. 24 eru deyð.
Tey russisku ferðafólkini vóru júst komin við flogfari úr Skt. Pætursborg til Ísraels og vóru á veg frá flogvøllinum, tá vanlukkan hendi.










