Bussvanlukka kravt 32 mannalív

32 fólk doyðu, tá ein bussur fór út av vegnum sunnan fyri Kairo í Egyptalandi í morgun Egyptisku myndugleikarnir siga, at minst 60 fólk vóru í bussinum, og at 32 teirra eru deyð. 15 onnur eru flutt á sjúkrahús við løstum.

Vanlukkan hendi stutt sunnan fyri Kairo, men løgreglan vil ikki siga nakað um orsøkina enn.

Vánaligir vegir og linligar ferðslureglur elva á hvørjum ári til nógvar ferðsluvanlukkur í Egyptalandi. So seint sum seinasta mánadag doyðu 15 studentar, tá bussur teirra fór útav.