Bussvanlukka í Berlin kravt 12 mannalív

Í minsta lagi 12 fólk doyðu, tá ein bussur rendi á ein brúgvarsúlu við ein krossveg nærhendis týska býnum Potsdam í dag. Sambært løgregluni vórðu minst 30 fólk løstað, og onkrir fjølmiðlar skriva, at 16 fólk eru illa løstað.

Umleið 250 løgreglufólk og bjargingarfólk eru á vanlukkustaðnum, skriva fjølmiðlarnir.

Sambært týska blaðnum Die Welt er talan um ein polskan buss, sum var á veg úr Spania til Póllands við 47 ungdómum.