Bussurin fekk ikki frið

Tað var ein ótespilig sjón sum møtti bussføraranum, sum um vikuskiftið kom til henda bussin hjá AP Bussum.

Hann kundi staðfesta tað sama, sum myndin so greitt vísir, at her høvdu ótangar verið uppá spæl og høvdu framt herverk ímóti bussinum.

Sum sæst, hava hesi ótangar brotið ein av rútunum av einihvørjari ókendari orsøk, soleiðis at bussurin ikki kundi brúkast.

Enn er ikki greitt hví hetta herverkið varð framt ímóti bussinum, sum stóð parkeraður í Norðragøtu. Heldur ikki ber til at siga, um hetta hevur samband við herverkið sum varð framt á ruskplássinum.