Bussurin endaði í ánni

Minst 33 fólk doyðu, tá ein stúgvandi fullur bussur fór út av vegnum í einari líð og endaði í einari á nærhendis býnum Trujillo í Peru. Teir lokalu myndugleikarnir siga, at bussurin hevði 43 sitipláss, men at tað vóru væl fleiri fólk í honum. Tí bera myndugleikarnir eisini ótta fyri, at tað veruliga talið á deyðum er størri enn 33.

Sambært CNN eru fleiri læknar og sjúkrarøktarfrøðingar millum tey deyðu.

Bussurin var á veg frá Huamacho til Trujillo, tá hann fór útav og bóltaði oman í ánna Moche.