Bussur til neyðhjálp í Ukraina

Anskar Hansen í Klaksvík hevur keypt ein buss til neyðhjálpararbeiði í Ukraina. Í vár fara Anskar og onnur fólk til Ukraina við neyðsynjarvørum.

Anskar hevur í mong ár, eins og nógvir aðrir føroyingar gjørt nógvar túrar til Rumenia við neyðsynjarvørum.

Fyrsti túrurin til Ukraina verður gjørdur 11. apríl, og verður hann gjørdur í tøttum samstarvi við Rumenia-hjálpina.

Tað skal nógv til at fíggja ein slíkan buss, og tí ætlar Anskar at brúka bussin til ferðamannaflutning í summar.

Í morgun var Anskar Hansen gestur í morgunsendingini hjá Ràs2, har hann greiddi frá um bussin og komandi túrin til Ukraina. Tað ber til at hoyra prátið við Anskar Hansen undir greinini.

(Mynd: www.nordlysid.fo)