Bussur sprongdur í luftina

Ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi í morgun ein buss í luftina í afghanska høvuðsstaðnum Kabul Afghanska løgreglan sigur, at minst 13 fólk doyðu í spreingingini, og at nógv vórðu særd. Sagt verður, at fleiri afghanskir stjórnarhermenn hermenn eru millum tey deyðu.

Løgreglan sigur, at sjálvmorðsbumbumaðurin sat í einum bili, sum var fullur av spreingievni. Tá ein bussur kom framvið, rendi maðurin á bussin, so bilur og bussur fóru í luftina.

Taliban hevur kunngjørt, at tað var ein av teirra monnum, sum framdi atgerðina, sum er tann triðja av sínum slagi í Kabul ta seinastu vikuna.