Fleiri fólk fingu skaða, tá ein bussur rendi inn í eitt ellisheim í danska býnum Ikast um áttatíðina okkara tíð í morgun.
-Bussurin royndi at sleppa uttan um ein persónbil, men endin varð, at hann rendi inn í ellisheimið, sigur Kjeld Nedergaard hjá løgregluni við DR. Løgreglan sendi boð eftir seks sjúkrabilum og útgerð til at hjálpa bussføraranum, sum satt fastur.
Tey, sum fingu skaða, vórðu flutt á sjúkrahús í Herning ella Viborg, men sum skilst er eingin í lívsvanda.
Ellisheimið fekk skaða, og menn frá tilbúgvingini eru í ferð við at stíva tað av.