Bussur í India koyrdi í gjógv og 22 pílagrímar doyðu

22 pílagrímar doyðu í eini bussvanlukku í norðra parti av India. Øki hevur ringar og vandamiklar vegir.

 

22 fólk doyðu í dag í indiska landspartinum Uttarakhand. Myndin er av líknandi vanlukku í juli í 2018, tá ein bussur fór í eina gjógv. Tá doyðu 44 fólk. (Arkivfoto.) - Foto: Handout/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi 22 fólk doyðu í dag, tá ein bussur við pílagrímum koyrdi út av vegnum í norðrara parti av India og endaði í eini gjógv, upplýsir løgreglan.

30 fólk vóru í bussinum, tá vanlukkan hendi í Yamunotri í Himalaya-landspartinum Uttarakhand.

– Tey særdu eru í skundi koyrd á nærmastu heilsustøð, upplýsir talsmaður fyri løgregluna á staðnum.

Í náttúruvakra Uttarakhand eru nøkur av mest heilagu hindutemplum. Milliónir av pílagríum vitja har í hvørjum ári.

Men vegirnir í fjallaríka landspartinum eru í sera ringum standi og beinleiðis vandamiklir.

Næstan 150.000 fólk doyggja hvørt ár í ferðsluni í India.

Orsøkin til tey nógvu deyðu í ferðsluni er millum annað fer, og at nógv fólk ikki nýta trygdarbelti.

/ritzau/AFP

 

22 fólk doyðu í dag í indiska landspartinum Uttarakhand. Myndin er av líknandi vanlukku í juli í 2018, tá ein bussur fór í eina gjógv. Tá doyðu 44 fólk. (Arkivfoto.) - Foto: Handout/Ritzau Scanpix