Seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um ein buss, sum var farin út av vegnum omanfyri Kvívík Fráboðanina fekk løgreglan, tá klokkan var farin beint av seks. Talan var um ein buss, sum feyk av vegnum omanfyri Kvívík. Hann stóð annars parkeraður við eina rætt, men vindurin tók stóra bussin og blásti hann niðan av vegnum.
Annars fekk løgreglan fleiri fráboðanir um skaðar í illveðrinum í gjár. Serliga í Klaksvík vóru fleiri hús, sum fingu smærri skaðar orsaka av vindinum, men eisini í Kollfjarðardali og í Sandavági fekk okkurt húsið skaða.