Tórshavnar Kommuna hevur nú sett eitt bussskýli upp við Kirkjubøgarðin, sum lívir væl fyri ættini. Men hjá teimum illgongdu verður verri at sleppa inn í bussskýlið... Leingi hevur verið bíðað eftir einum bussskýli niðri í bygdini í Kirkjubø. Ofta er eitt sindur illfýsið her, og liggur ættin ofta niðan í bygdina. Tí er eisini kærkomið at fáa eit bussskýli at bíða í, inntil býarbussurin kemur framvið.
Men okkurt bendir á, at tað er heldur tvørligt at sleppa inn í hetta bussskýlið, og kann tykjast, at tú ert noyddur at vera hálvur bjargamaður fyri at sleppa inn.
Myndin talar fyri seg.











