Bussleið kring alla víkina

Klaksvík: Gongst soleiðis sum Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur hevur skotið upp, kann ein bussleið verða sett á stovn í fiskivinnuhøvuðsstaði okkara einaferð í framtíðini.

Fyrr í ár skjeyt hann upp, at býráðið keypir bussar til eina bussleið í kommununi. Týskvøldið í farnu viku var málið fyri í býráðnum, og har varð samtykt at arbeiða víðari við málinum.

Mett verður leysliga, at ein slík fult útbygd bussleið kostar eitt skattaprosent um árið at reka.

Umsitingin hjá kommununi fer nú at kanna málið nærri, og kemur síðani við einum uppskoti. 



BUSSLEIÐ

Fólk í Havn eru von við Bussleiðina. Nú hevur Steinbjørn O. Jacobsen  lagt uppskot fyri Klaksvíkar býráð um tað sama