Bussleiðin eisini ókeypis næsta ár

Skipanin við ókeypis busskoyring í Havn heldur eisini fram í 2008. Harumframt fara bussarnir at koyra 20. hvørt minutt í mun til tvær ferðir um tíman í dag. Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti býráðið í Havn at skipanin við ókeypis busskoyring skal halda fram aftur næsta ár. Kommunan hevur longu gjørt av at keypa fýra bussar afturat, soleiðis at túratalið verður økt til tríggjar ferðir um tíman í mun til verandi tvær ferðir.

Skipanin við ókeypis busskoyring er nærum eindømi í norðurlondum. Tað var Marin Katrina Frýdal, formaður í teknisku nevnd, sum á sumri í 2006 skeyt upp, at royna ókeypis busskoyring, fyri at økja um nýtsluna av bussunum og samstundis at flyta nakað av privatbilferðsluni yvir á kollektivferðsluna.

Tá varð sagt, soleiðis hevði borið til at eggjað borgarunum til at brúka bussarnar, og ikki minst at ala børnini til á ein náttúrligan hátt at brúka bussarnar heldur enn at verða koyrd til og frá skúla, ítrótti, frítíðarvirksemi og øðrum.

- Og næsta stigið eigur at verða at økja um títtleikan, tí tástani kann bussleiðin gerast eitt veruligt alternativ til privatbilin. Ein slík skipað tilgongd kundi verið við til at minka um bilatalið í býnum, og um ta alsamt veksandi ferðsluna í kommununi. Færri tal av bilum fast í býnum um dagarnar hevði somuleiðis bøtt um parkeringsmøguleikarnar, segði Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi, tá skipanin var umrødd á sinni.