Leygarkvøldið verður Nýggjárkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur í Norðurlandahúsinum. Sum kunnugt, eru parkeringsplássini avmarkað við Norðurlandahúsið. Tí hevur Føroya Symfoniorkester saman við Norðurlandahúsinum avgjørt at seta inn ein ókeypis Shuttlebuss, sum koyrir millum parkerøkið við Badmintonhøllina og Norðurlandahúsið millum kl. 18.50 og kl 19. 20. Av tí, at talan er um eina sjónvarpaða konsert, verða úthurðarnar stongdar kl 19:30.
Shuttlebussurin koyrir sjálvandi eisini í ein hálvan tíma aftan á konsertina.
Fyri tey, sum ikki ynskja at nýta parkeringsøkið við Badmintonhøllina, vísa fyriskipararnar á parkeringsøkini við rennibreytina við Tórsbreyt og svimjihøllina. Heitt verður á konsertgestirnar, um heldur at at lata parkeringsplássini við Norðurlandahúsið til eldri og til rørslutarnað. Konsertin er útseld.