Eftirlitið hjá Strandfaraskipum Landsins varð herfyri varugt við, at óreglusemi var í avrokningunum hjá einum av bussførarunum hjá Bygdaleiðum. Maðurin slapp at greiða síni viðurskifti við stovnin og varð síðan burturvístur beinanvegin.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at málið er umleið hálvan annan mánaða gamalt. Eftirlitið gjørdi vart við, at tað, sum maðurin avroknaði, ikki samsvaraði við tað, sum ferðafólkatalið við bussinum átti at givið. Maðurin varð innkallaður og fekk møguleika at avrokna munin við Strandferðsluna. Síðan var hann uppsagdur upp á standandi fót.
Reidar Nónfjall sigur, at Strandferðslan fekk tann størra partin av pengunum beinanvegin. Restina varð gjaldsavtala gjørd um, og hana hevur maðurin punktliga hildið, sigur strandferðslustjórin. Einki politimál varð burturúr.
Reidar Nónfjall sigur, at tað er av sera stórum týdningi, at eftirlitið virkar, og at tað fær fylgjur, um okkurt ikki er, sum tað eigur. Tað eru umleið 60 innkrevjarar á stovninum. Umborð á skipunum og í bussunum. Teir skulu so avrokna tað, sum inn kemur, við stovnin, og tað hevur gingið væl, sigur stjórin. Tá so eitt slíkt dømi kortini er, hevur tað týdning, at tingini verða sett upp á pláss beinanvegin.
Strandferðslan hevur annars bygt út eina nýggja skipan, sum fer at gera tað lættari at fylgja við, hvussu støðan er. Ferðakortini verða gjørd elektronisk, soleiðis at til ber at klippa mánaðarkortið, tá farið verður í bussin ella umborð á skipið. Samstundis skrásetir kortið talið á ferðafólkunum, og kann stovnurin á tann hátt fáa hagtølini beinanvegin. Hetta ger aftur, sigur Reidar Nónfjall, at alla tíðina ber til at halda seg ajour við, hvussu nógv fólk ferðast hvar, og hvar setast skal inn.
Hendan skipan tryggjar eisini, at fólk ikki ferðast ókeypis, samstundis sum hon betrar trygdina við júst avrokning millum eitt nú bussførara og stovn.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandafaraskipum Landsins, sigur, at tað er ikki bara fíggjarligt óreglusemi, stovnurin slær hart niður á. Klagur, sum koma um starvsfólk, verða eisini viðgjørdar í stórum álvara, og tekur tann klagaði ikki betri partar fyri, hevur hann einki at gera hjá Strandferðsluni meira. Stovnurin er til fyri at tæna kundunum, sigur stjórin.
Annars sigur Reidar Nónfjall, at Strandferðslan hevur eitt sera áhugavert tilboð um avloysara fyri Smyril, nú hann skal í dokk um tvær vikur. Talan er um eitt enskt skip, sum kann fáast fyri rímuligan penga. Og góðar vónir eru um, at tað fer at eydnast at fáa hetta skipið, áðrenn Smyril fer í dokk tann 15. mai. Ætlandi skal Smyril vera aftur í rutu til jóansøkuna, sigur strandferðslustjórin.









