Bussførari í 30 ár

Seinnapartin í gjár var samkoma í posthúskjallaranum fyri Jóhannes (Jóannes) Johannesen, nú hann hevur lagt frá sær sum bussførari eftir samfull 30 ár við róðrið.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, hugleiddi eitt sindur um hetta at koyra buss og at hava ábyrgd av nógvum menniskjum. Hon segði m.a., at undir einum lønarsamráðingum einaferð spurdi ein, hví flogskiparar fingu so nógv meira í løn enn bussførarar. Svarið frá fakfelagsleiðaranum var, at flogskiparin hevði nógv størri ábyrgd.

 

Tá skuldi ein svara til:

 

- Royn og sig tað við ein bussførara, sum í kavaroki koyrir ígjøgnum Dalslíð við fullum bussi av skúlabørnum. Og tað er eingin ivi um, at tað at flyta fólk aftur og fram á henda hátt er eitt ómetaliga ábyrgdarfult starv, nógv størri, enn vit vanliga geva okkum far um, segði Annika Olsen.

 

Jóannes hevur nú koyrt býbuss í samfull 30 ár:

· Frá 1988 - 2003 hjá Arna Berg

· Frá 2003 - 2011 hjá Mourits Mouritsen og

· Frá 2011 - 2018 hjá Gundurs Bussum

 

- Og tosa um at vera trúgvur í sínum starvi. Mær er sagt, at hann bara hevur havt tveir sjúkadagar øll hesi 30 árini. Tað er heilt einastandandi í sjálvum sær at hava tílíka heilsu - og tit kunnu ímynda tykkum, hvussu nógv arbeiðsgevarar spara uppá fólk sum eru so álítandi og reglulig, segði Annika Olsen millum annað í røðu síni.